Lógir fyri Sosialráðgevarafelag Føroya
Felagsins navn og endamál:
§ 1. Felagsins navn er Sosialráðgevarafelag Føroya. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
§ 2.1. Endamál felagsins er at virka fyri og fremja í verki lønarligu og fakligu áhugamál limanna.
§ 2.2. Nevndin kann samskipa seg við onnur fakfeløg í lønarsamráðingum.
Limir
§ 3.1. Virkandi limur kann hann gerast, sum hevur lokið prógv sum sosialráðgevari.
§ 3.2. Hvílandi limur kann hann gerast, sum hevur tikið prógv sum sosialráðgevari, men sum ikki er í arbeiði innan fakið. Tey sum lesa til sosialráðgevara kunna gerast limir eftir somu reglum, við serliga ásettum limagjaldi.
§ 3.3. Tey, ið hava útbúgving, sum í øðrum londum samsvarar við sosialráðgevaraútbúgving, og sum virka í Føroyum, kunna gerast limir.
§ 4.1. Limagjald, heruppií serstakt limagjald fyri lesandi, verður ásett og goldið eftir reglum, samtyktar á aðalfundi.
§ 4.2. Limur, ið ikki hevur goldið rættstundis, fær áminningarskriv. Um hann framvegis ikki hevur goldið limagjald, verður hann strikaður, og kann bert gerast limur aftur við at gjalda eftirstøðuna.
§ 4.3. Ynskir limur at siga seg úr felagnum, skal hann gera tað skrivliga við brævi til nevndina við einum mánað ávaring.
§ 5. Limir kunna bert taka við starvi, sum lúka tey krøv, ið góðkendur sáttmáli ásetur.
§ 6. Limur hevur tøgnskyldu um tað, hann fær kunnleika um í samband við sítt yrki, um hann ikki hevur skyldu at boða frá sambært lóggávu ella við teirri útsøgn, tænir almennum áhugamálum.
§ 7.1. Mótarbeiðir limur samtyktum felagsins ella ger brot á §§ 5 og 6, skal nevndin átala hetta. Limur skal hava høvi til at geva sína frásøgn. Er ósemja millum limin, sum hevur fingið átalu og nevndina, kann málið verða viðgjørt á aðalfundi.
§ 7.2. Aðalfundurin kann avgera um limur skal strikast, sum ger seg sekan í brot á §§ 5,6 ella 7.
Aðalfundurin
§ 8.1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
§ 8.2. Allir limir hava atgongd til aðalfundin, men bert virkandi limir hava atkvøðurætt.
§ 9. Aðalfundurin er í Oktober á hvørjum ári.
Mál, sum skula viðgerast á aðalfundi, skula vera nevndini skrivliga í hendi 4 vikur áðrenn aðalfundin. Uppskot til lógarbroytingar skula vera nevndini í hendi skrivliga 6 vikur áðrenn aðalfundin, og skulu saman við dagsskránni sendast út til limirnar.
§ 10. Á aðalfundinum skulu niðanfyri nevndu mál viðgerast.
-
Framløga og góðkenning av ársfrágreiðing
-
Framløga av granskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
-
Orðakifti og góðkenning av virkisætlan
-
Viðgerð av innkonum málum
-
Samtykt av fíggjarætlan
-
Val av formanni, um hesin er á vali
-
Val av 2 nevndarlimum og 2 varalimum
-
Ymiskt
§ 11. Ein limur kann heita á nevndina, ella nevndin kann sjálv taka avgerð um at kalla inn til eykaaðalfund.
§ 12. Nevndin kallar inn til aðalfund 6 vikur frammanundan.
2 vikur áðrenn aðalfundin verður dagsskráin, saman við innkomnum uppskotum, send út til limirnar. Samstundis verður sagt frá nær og hvar aðalfundurin verður.
§ 13.1. Gerðabók verður førd um fundir og samráðingar felagsins.
§ 13.2. Avgerðir verða tiknar av teimum, ið møtt eru og hava atkvøðurætt.
§ 13.3. Bert mál, sum eru á dagsskránni, kunna viðgerast á aðalfundinum.
§ 13.4. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
§ 14. 1/3 av limum kunna krevja, at eitt mál verður sent til frumatkvøðu.
Stýrið
§ 15. Dagligu leiðsluna av felagnum hevur ein trímannanevnd, sum er formaðurin, skrivarin og kassameistarin. Hevur nevndarformaðurin forfall, kann hann biðja ein av hinum nevndarlimunum møta fyri seg.
Allir tríggir nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn. Fyrstu ferð, tá ið eitt ár er fari við lutakasti. Varalimir eru tveir, sum fáa so nógvar atkvøður, at teir eru næst teimum, sum eru valdir í nevndina
Hvílandi limur og lesandi hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.
§ 16. Nevndin heldur fund so ofta, sum hon heldur verða neyðugt, tó minst 6 ferðir um árið.
Nevndin kallar somuleiðis inn til limafund 6 ferðir um árið.
§ 17. Stýrið ásetur sjálvt skipanina av dagliga arbeiðinum.
§ 18. Formaðurin og ein av hinum nevndarlimunum binda felagið.
§ 19.1. Avgerðir um verkfall, uppsøgn av sáttmálum ella onnur lóglig tiltøk mótvegis arbeiðsgevarum, verða tiknar á aðalfundi ella á eykaaðalfundi.
§ 19.2. Sami fundur, sum tekur avgerð um tiltøk sambært § 19.1, skal taka avgerð um, um tað skal útskrivast eykagjald.
Roknskapur
§ 20. Roknskaparárið gongur frá 1.10-30.9.
§ 21. Uppskot til lógarbroytingar skula sendast út til limirnar saman saman við dagsskránni fyri aðalfundin.
Til lógarbroyting krevst at 2/3 av møttu limunum eru fyri.
§ 22.1. Felagið kann vera tikið av um ¾ av limunum eru fyri tí á tveimum fylgjandi aðalfundum.
§ 22.2. Verður felagið upployst, skal seinasti aðalfundurin taka avgerð um, hvussu vera skal við ognum felagsins.
§ 23. Hesar lógir eru samtyktar á stovnandi aðalfundi í apríl 1982.