Sosialráðgevar í Føroyum arbeiða fyrst og fremst hjá ymiskum almennum stovnum. Men sosialráðgevarar eru eisini í privata sektorinum
ALS
Í Arbeiðsloyssisskipanini er uppgávan m.a. at kunna borgaran um rættindi og skyldur. Sosialráðgevin hevur samrøður við viðskiftafólkini um teirra avbjóðingar, sum kunnu vera av bæði fysiskum, psykiskum og sosialum slagi. Saman við viðskiftafólkinum verður gjørd ein meting, og síðan verður viðskiftafólkið vegleitt víðari í skipanini, har viðkomandi viðgerðin fæst.
Sosialráðgevin samstarvar nógv við ymiskar stovnarnar, t.d. Almannaverkið, Dugna, psykiatriska depilin, Familjuráðgeving og Barnavernd.
Innanhýsis í ALS er tætt samstarv millum málsviðgerðar, arbeiðsávísingina, kveikjarar og ”Fjølsmiðjuna”. Um borgarin t.d. ikki møtir, verða avtalur gjørdar um leypandi samrøður, umframt uppfylging umvegis telefon.
Haraftrat skal alt skjalprógvast við m.a. at skriva upprit.
Barnavernd
Útdjúpan á veg...
Kriminalforsorg
Sosialráðgevar í Kriminalforsorgini hava eitt sera fjøltátta og fakliga avbjóðandi arbeiði, har ongin dagur er eins.
Sum málsviðgeri arbeiðir sosialráðgevin við revsifullgerð og menning av viðskiftafólki. Hetta er ein tvíbýtt uppgáva - ein eftirlitsfunktión og ein hjálparfunktión.
Tryggjast skal, at tær treytir, sum eru ásettar við dómi ella resolutión verða fylgdar. Samstundis skal sosialráðgevin vera ráðgevi, vegleiðari og stuðul hjá fólki í mun til teirra tørv.
Bólkurin av viðskiftafólkið er sera fjøltáttaður. Her er høgur og lágur, ung sum gomlum og kvinnur sum menn.
Málsviðgerðin hevur eftirlit við fólki, sum eru royndarleyslatin, ella hava fingið treytaðan dóm, viðgerðardóm ella dóm til samfelagstænastu.
Tað verður arbeitt eftir greiðum reglum og við serligum amboðum, gerðarætlan, RNR ( Risk Need Responcivity).
Arbeiðið skiftir millum relatiónsarbeiði og samrøður til skriviarbeiði, har umráðandi er, at alt er neyvt og væl skipað. Eisini er samstarv við nógvar ymsiskar stovnar, so sum Almannaverkið, Psykiatriska depilin, Samfelagstænastustøð og ákæruvaldið.
Eisini ger Kriminlaforsorgin persónskanningar og eru tað ofta sosialráðgevarar, sum standa fyri hesum kanningum. Hetta er uppgávugrundað og tímaásett arbeiði, við lýsing av fólki og meting av hvør dómur, ið hóskar best í einstaka førinum.
Almannaverkið
Almannaverkið er ein stórur stovnur við nógvum sosialráðgevum. Uppgávurnar eru ymiskar á teimum ymisku deplunum.
Í Viðskiftadeplinum arbeiða sosialráðgevarnir serliga við hesum starvs- og lógarøkjum:
Tann “eina hurðin” á Almannaverkinum er staðsett í Viðskiftadeplinum. Tað vil siga, at tá ein borgari vendur sær til Almannaverkið verður hann altíð møttur av einum sosialráðgeva. Endamálið við tí “einu hurðini” er, at borgarin fær avgreitt síni ørindi í fyrsta liði.
Arbeiðsuppgávan hjá einum sosialráðgeva á Viðskiftadeplinum er at veita ráðgeving og vegleiðing í breiðum týdningini. Eisini skal hann avgreiða umsókir innan føroysku sosiallóggávuna og serliga innan forsorgarlógina, pensjónslógina, dagpeningalógina, lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og lóg um barnagjald og barnaískoyti.
Samaumtikið er arbeiðsøki á Viðskiftadeplinum tí sosialfakliga sera víðfevnt og spennandi.
Lýsing av sosialráðgevar í starvið á Menningardeplinum á Almannaverkinum er á veg...
Ríkisumboði:
Útdjúpan á veg...
Umframt onkur á privatum stovnum og fyritøkum:
Dømi er á veg...