Starvsetikkur hjá sosialráðgevum
Øll menniskju er fødd fræls og jøvn til virðingar og mannarættindi. Tey hava skil og samvitsku og eiga at fara hvørt um annað við bróðuranda. (grein 1 í heimsyvirlýsingini um mannarættindi)
Alt arbeiðsøki sosialráðgevaranna er miðsavnað um samband millum menniskju og hetta er kjarnin í etikkinum saman við hugleiðing um, hvat ið tænir borgaranum best.
Í sosialum arbeiði skulu vit taka avgerðir, ið fevna um etiskar metingar. Tað kunnu verða avgerandi spurningar fyri lívið, gerandisdagin og framtíðina hjá viðskiftafólkum okkara, ið eru í ymiskum lívsstøðum. Arbeiðið hevur eisini ein feril av makt og yvirræði. Tí er umráðandi, at vit eru tilvitað um okkara metingar og hvussu vit ávirka og koma inn á lívið hjá øðrum. Sosialt arbeiði er tí altíð merkt av etikki.
Starvsetikkur er týðningarmikil hjá øllum. Hjá sosialráðgevum hevur hann avgerandi týdning m.a. tí lætt er at koma í eina tvístøðu millum eftirlit og og hjálp. Í Føroyum er tvístøðan væl kend, m.a. tí samfelagið er so lítið. Ofta kenna vit ikki bara viðskiftafólkið, men kanska familjuna við.
Sum hjá sosialráðgevum í grannalondum okkara er starvsetikkur hjartablóðið í arbeiðinum. Tilvitaður etikkur er grundvøllurin undir góðum sosialum arbeiði og skal eyðkenna ein góðan sosialráðgeva. Heilt frá fyrstu samrøðuni, tí samrøðan er okkara fremsta arbeiðsamboð.
Starvsetikkur styrkir fakliga samleikan og er týðandi grundssúla undir stovnunum, vit arbeiða fyri. Hann ávirkar eisini tær reglur og kunngerðir, sum mynda lógarverkið. Borgarin skal eisini vita, hvat hann kann vænta sær av sosialráðgevanum umframt tað, ið stendur í lógum og kunngerðum. Uttan mun til, hvar sosialráðgevin arbeiðir, so er professiónsetikkurin hin sami. Tað hevur stóran týdning. Stavnhaldið er, at fleiri fáa eitt virðiligt lív.
Okkara felags mál er at fyribyrgja endurtøku ella framhald av somu óhepnu støðu borgarans og at geva stuðul, vegleiðing og umsorgan. Somuleiðis hava vit eina eftirlitsuppgávu. Í báðum førum er umráðandi, at borgarin hevur álit á okkum og kennir seg tryggan við arbeiðslag okkara, og at vit støðugt møta honum/henni við:
tign, sosialum rættvísi, yrkisligum rættlyndi og medmenniskjanisligari ábyrgd.