Sosialráðgevarar framvegis ov nógv mál

Í sambandi við, at Liljan Weihe, løgtingskvinna, hevur sett landsstýrismanninum fyrispurningar um barnaverndartænasturnar og barnaverndarlógina, vil Sosialráðgevarafelag Føroya minna á, at arbeiðsbyrðan hjá sosialráðgevunum framvegis er ov stór.

Løgtingsins umboðsmaður legði í mars mánaða í fjør fram úrslit av kanning av eftirlitsvitjanum hjá barnaverndartænastunum. Sosialráðgevarafelga Føroya gjørdi tá vart við, at málstalið hjá sosialráðgevunum í barnaverndartænastunum í ov stóran mun er ov høgt.

Liljan Weihe, løgtingskvinna, hevur nú sett landsstýrismanninum í barnamálum ein § 52a fyrispurning. Løgtingskvinnan spyr, millum annað, hvussu landsstýrismaðurin vil tryggja, at barnaverndirnar kring landið halda Barnaverndarlógina og liva upp til ásetingarnar í lógini um eftirlitsvitjanir og barnasamrøður.

Arbeiðsbyrðan ov høg
Tað kundi tí verið upplagt hjá løgtinginum at sett sjóneykuna á arbeiðsbyrðuna hjá sosialráðgevunum.

Sambært vegleiðingini hjá danska sosialráðgevarafelagnum, eiga sosialráðgevar í barnaverndartænastunum ikki at hava fleiri enn 20 – 30 mál, alt eftir tyngdini av málunum. Hjá barnaverndartænastunum er talið í nógvum førum væl hægri. Talan er um trupul mál, við ella uttan samtykki, ið eru serstakliga arbeiðskrevjandi, og har stór krøv verða sett til førleika og tíð til at samstarva við onnur, bæði foreldur, stovnar og myndugleikar.

Tað er politiska skipanin, sum hevur ábyrgd av, at barnaverndartænasturnar hava umstøður og tilfeingi til at skipa barnaverndararbeiði soleiðis, at barnaverndarlógin verður hildin.

Í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, sum hevur evsta eftirlit við, um kommunurnar og Barnaverndarstovan fylgja ásetingunum í Barnaverndarlógini og teimum reglum, ið eru ásettar við heimild í lógini.

Barnaverndarøkið eigur at raðfestast soleiðis, at øll børn í Føroyum eru líka fyri lógini, líka mikið hvar barnið býr. Reglulig endurskoðan av barnaverndarlógini er neyðug, tí tað er umráðandi við tíðarhóskandi lóggávu og fyriskipanum.  

Barnaverndartænasturnar røkja eina serstakliga týdningarmikla samfelagsuppgávu. Tað er tí eisini neyðugt við almennum orðaskifti, sum kastar ljós á, hvørjar dagføringar skulu til fyri at barnaverndartænasturnar kunna geva eina nøktandi tænastu.

Sosialráðgevarar ynskja ikki at kasta ábyrgd frá sær, men vilja enn einaferð vísa á ta stóru arbeiðsbyrðu og nøgd av málum, sum fleiri av sosialráðgevunum sita við. Hetta er sera álvarsligt, og tað mugu politikararnir taka í álvara og gera nakað við.

 

Vegna nevndina í Sosialráðgevarafelag Føroya

Hallbjørg Lamhauge, forkvinna

Skeið fyri limir í Sosialráðgevara felag Føroya

 

SRF bjóðar øllum gjaldandi limum á skeið við Chalotte Fruergaard um:

 

KÆRLIGHEDENS ALKYMI - ET FORVANDLENDE KURSUS OM RELATIONER

 

Skeiðið verður leygardagin 17. februar 2024, frá kl. 10.00 til kl. 17.00, í hølunum hjá Starvsfelagnum.

 

Skráin frá Chalotte Fruergaard er niðanfyristandandi:

 

Program:

10.00 Velkommen og præsentation

10.30 Sindets opbygning, Programmeringer og vanens magt


11.00 Alkymistens færdigheder

12.00 Frokost

13.00  De 8 trin “Kærlighedens Alkymi” + Øvelse

16.00 Hvad kan vi herfra?

16.30 Afrunding og tak for i dag.

Felagið bjóðar kaffi/frukt fyrrapart, miðmála, kaffi og køkur seinnapart.

 

Neyðugt er við tilmelding til srfelag@gmail.com í seinasta lagið 04-02-2024.

 

cid:7a9ea567-2524-4fa0-b88f-c33b029d368b@eurprd02.prod.outlook.com

Limafundur

Góðu sosialráðgevar

Limafundurin verður mikudagin 3. Mai 2023, kl. 19.00 í hølunum hjá Starvsfelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn

Á skránni verður:

  • ­Kunning frá nevndini um arbeiðsgongdina higartil.
  • Hugkveikjandi upplegg við Leif Olsen og fakligt kjak.
  • Nevndin bjóðar smyrjibreyð og okkurt at drekka.

Tey sum ynskja at vera við, verða biðin um at boða frá luttøku í seinasta lagi 24. Apríl 2023

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Nýggir limur kunnu tekna seg á: http/www: sosialradgevarafelag.com/limir ella senda ein teldupost til: srfelag@gmail.com

Limagjaldið á kr. 100,- um mánaðin skal flytast á konto: 9181 120.245.8

 

Sosialráðgevarar ov nógv mál 

 

Viðmerking: 

 

Í sambandi við átalu og tilmælir frá løgtingsins umboðsmanni um freistir fyri eftirlitsvitjanir og barnasamrøður, vil Sosialráðgevarafelagið vísa kommunum á, at málstalið hjá sosialráðgevunum í ov stóran mun er ov høgt. 

 

Løgtingsins umboðsmaður kom í síðstu viku við átalu til barnaverndartænastunar viðvíkjandi samrøðum við barnið, sambært § 16 í lóg um barnavernd. Umframt hevur løgtingsins umboðsmaður eina røð av tilmælum til barnaverndartænasturnar viðvíkjandi eftirlitsvitjanum. 

 

Sosialráðgevararnir ynskja ikki at kasta ábyrgd frá sær, men vilja staðiliga vísa á ta stóru arbeiðsbyrðu og nøgd av málum, sum fleiri av sosialráðgevunum sita við. Hetta er sera álvarsligt, og tað mugu kommunurnar taka ábyrgd fyri og gera nakað við. 

 

Sambært vegleiðingini hjá danska sosialráðgevarafelagnum, eiga sosialráðgevar í barnaverndartænastunum ikki at hava fleiri enn 20 – 30 mál, alt eftir tyngdini av málunum. Í nógvum førum er hetta talið væl hægri í Føroyum. Talan er um trupul mál, við ella uttan samtykki, ið eru serstakliga arbeiðskrevjandi, og har stór krøv verða sett til førleika og tíð til at samstarva við onnur, bæði foreldur, stovnar og myndugleikar. 

 

Sambært barnarættindarsáttmálanum hava børn rætt til at vera hoyrd viðvíkjandi øllum viðurskiftum í samband við, at tey eru sett heiman. Hetta er nakað sum allir sosialráðgevarar meta sera týdningarmikið og fakliga standa inni fyri.

 

Fyri at tað kann lata seg gera er sjálvsagt neyðugt at normeringin er til tað, og í síðsta enda eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgd fyri, at umstøðurnar hjá barnaverndartænastunum eru so mikið góðar, at sosialráðgevararnir kunnu gera sítt arbeiði til lítar, og harvið kunnu yvirhalda barnaverndarlógina.

 

Sosialráðgevara Føroya

Alheims sosialráðgevaradagur 2023

Góðu Sosialráðgevar

Hjartaliga tillukku við sosialráðgevaradegnum.
Í dag er týsdagur 21. mars 2023, sum er “World Social Work Day” – alheims sosialráðgevaradagur.
Ein dagur, har vit heiðra sosialráðgevum í allari verðini.
Í tí sambandi vil Sosialráðgevararafelagið senda eina heilsan til allar sosialráðgevar í Føroyum fyri at rósa tykkum fyri tað sera týdningarmikla arbeiðið, ið tit gera í dagsins samfelag.
Sosialráðgevarar síggjast og hoyrast ikki so nógv í almenna samfelagskjakinum.
Tað verður sjáldan flagga við hvussu stóran týdning sosialráðgevar hava á øllum økjum í okkara samfelag, serliga soleiðis, at tey, sum eru ringast fyri, kunnu kenna seg trygg í hesum sera ótryggum tíðum, sum vit liva í fyri tíðina.
Ein sosialráðgevi er forkempari fyri sosialum rættvísi og brúkar sín kunnleika til at gera lívsumstøðurnar betri hjá fólki.
Sosialt arbeiðið er trygdarnetið í samfelagnum og sosialráðgevin tryggjar at netið fangar tey, sum hava tørv á hjálp.
Hesin serligi førleikin ger sosialráðgevan til eitt ómissandi tilfeingi fyri samfelagið.
Stóra takk fyri tað megnar arbeiðið tit gera innan Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, Barnaverndarøkið, Skúlaverkið, Kriminalforsorgina og innan privat feløg og áhugafeløg.
Felagsins vón er, at okkara politikarar fáa eyguni upp fyri, at tað eru sosialráðgevar, sum hava fingurin á pulsinum og tættastu relationina, tá ið tað snýr seg um at hjálpa okkara veikastu og tey, sum eru illa fyri sosialt í samfelagnum.
Stóra takk fyri tað megnar arbeiðið, sum tit sosialráðgevar gera í gerandisdegnum.


Nevndin

 

Borgný Mohr, forkvinna og Hallbjørg Lamhauge, næstforkvinna á veg til NSSK-fund í Oslo

NSSK fundur í Olso

NSSK fundur í Oslo

 

Í døgunum 16. og 17. mars 2023 var fundur í NSSK, sum er eitt norðurlendskt samstarv fyri sosialráðgevarar í øllum norðurlondum. Tað er Ísland, Grønland, Noreg, Svøríki, Finland, Danmark og Føroyar.

Borgný Mohr, forkvinna og Hallbjørg Lamhauge, næstforkvinna í Sosialráðgevarafelag Føroya luttóku á fundinum umboðandi Føroyar.

Evnini á fundinum vóru hvussu vit kunnu menna sosialráðgevarafakið og hvussu vit kunnu stuðla og styrkja tann tað einkulta menniskja og samfelagið í konfliktøkjum.

Eisini var seminar har forsetin fyri IFSW ( Internationel Federation of Social Workers) var við á norðurlendska fundinum.

Forsetin, Ana Radulesco og Rory Truell, aðalskrivari kunnaða um, hvussu IFSW stuðlar sosialráðgevum í teirra arbeiði í Ukraina og Afghanistan.

Borgný Mohr og Hallbjørg Lamhauge